Kring Føroyar 2026.
Stóra súkklukappingin Kring Føroyar verður aftur komandi summar. Vit royna nú seinni uppá árið, og er ætlanin at kappingin verður í døgunum frá 27. til 30. august.
Talan er um ein sokallaðan TOUR og aftur í 2026 koyra vit kring vakra landið í fimm dagar.
Tá talan er um eina etapukapping, so merkir tað, at tíðin frá hvørjari etapu verður løgd saman og sunnudagin 30. august verður samlaði vinnarin funnin. Hjá monnum og kvinnum.
Kappingin byrjar mikudag og endar sunnudag.
Eins og undanfarin ár verður møguleiki at tilmelda seg allar dagar, og eisini ein og ein tein.
Endaligu teinar eru ikki lagdir enn, men tað verður súkklað um dalar og fjøll og á fleiri oyggjum.
Í 2025 bleiv ikki súkklað á Suðuroynni, men í 2026 er ætlanin aftur at súkkla á vøkru og avbjóðandi oynni.
Í næstum ber til at tilmelda seg kappingina. Tað verður á atgongumerki.fo.