Giant TT 2026: Pauli vann ársins fyrstu súkklukapping.
Í dag bleiv kappast í einkultstarti. Kaldbaksbotnur var karmur um kappingina, sum Pauli Poulsen vann.
Startur og mál var við bátahylin í Kaldbaksbotni. Leiðin gekk fyrst móti Kaldbaksbygd. Tað bleiv vent við Krossá, og so gekk leiðin aftur framvið bátahylinum, og so bleiv aftur vent við oynna við landsvegin.
Teinurin er 8 kilometrar langur, og teinurin skuldi í dag koyrast tríggjar ferð. Tilsamans 24 kilometrar.
Tað var kalt, men veðrið var sera gott. Uppmøtingin var eisini góð, tá hugað verður um tíðina á árinum.
Pauli Poulsen var vælkoyrandi. Tað vóru Bergtór Thorsteinsson og Jákup Petur Eliassen eisini. Kortini vann Pauli trygt. Tað var umleið hálvurannar minuttur millum Paula og Bergtór. Nakað tað sama var millum Bergtór og Jákup Petur.
Eitt flott avrik hjá Paula, og megnaði hann at koyra teinin við einari meðalferð á 41,3 km/t. Bert ein hevur koyrt teinin skjótari, og tað er Torkil Veyhe, sum koyrdi teinin bert 2 sekund skjótari, og var tað í 2014.
Benjamin og Rigmor
Ein ungur kaldbaksbúgvi bjóðaði av. Bert 13 ára gamli Benjamin Crooks luttók, og hann brúkti beint yvir ein tíma um teir 24 kilometrarnar.
Rigmor Rasmussen var einasta kvinnan. Tað eru ár síðan hon hevur kappast, og verður hugsað um tað, so var avrikið góðkent. Rigmor brúkti beint yvir 56 minuttir um teinin.
Onnur ár hevur verið í kappast í fimm TT kappingum í GIANT TT kappingini. Fimm teinar. Í ár verður kappst í trimum teinum.
14. mars verður kappast í Hósvík, og 2. mai byrjar starturin við Effostøðina í Kollafjarðadali.
Skal ein vinna samanlagt í GIANT TT kappingini 2026, so skal súkklarin luttaka í øllum trimum TT kappingunum.
Úrslit, 24 km TT, Kaldbaksbotnur:
| Nr. | Navn | Tíð |
| 1 | Pauli Poulsen | 35:20 |
| 2 | Bergtór Thorsteinsson | 36:39 |
| 3 | Jákup Petur Eliassen | 37:59 |
| 4 | Magnus Gøthe | 39:50 |
| 5 | Erik Neshamar | 39:55 |
| 6 | Jóhan Jacobsen | 41:05 |
| 7 | Gunnar Dahl-Olsen | st |
| 8 | Finnur Koba | 41:29 |
| 9 | Reidar F. Joensen | 42:08 |
| 10 | Tórleif Thorleifsson | 42:20 |
| 11 | Eyðun Jakobsen | 43:08 |
| 12 | Dánial Hoydal | 43:13 |
| 13 | Jens Sigurð Simonsen | 47:00 |
| 14 | Geyr Gilsteinsson | 1:06:01 |
| Ungdómur | ||
| 1 | Benjamin Crooks (24 km) | 1:01:48 |
| 2 | Edvard Schmit (8 km) | 24:21 |
| Kvinnur | ||
| 1 | Rigmor Rasmussen | 56:22 |