Búmerkið hjá felagnum
22. feb. 2026

Fjallasúkkling: Jákup Petur vann í Hoydølum.

Hoydalar var karmur um ársins fyrstu fjallasúkklukapping. Í dag bleiv kappast í sokallaðu XCC kappingini, og tá verður koyrt í góðan hálvan tíma, á einum stuttum teini.

Aftur ein kappingardagur, og aftur ein dagur við góðum veðri. Og uppmøting. Tíggju kallar møttu upp til kapping, seinnapartin í dag. 

Tað bleiv ikki lagt so hart út sum tað vanligur verður í øðrum XCC kappingum, og er orsøkin møguliga tann, at Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag eisini skipaði fyri kapping í gjár.

Nakrir súkklarar luttóku í Einkultstartinum í gjár, og nakað av møði hevur tí verið í kroppinum hjá unga Benjamin Crooks, Reidar Joensen, Jákup Petur Eliassen og Gunnar Dahl-Olsen. 

Men tað gekk bert nakrir fáir minuttir so kom "øði í grindina". Jákup Petur royndi at sleppa avstað, og Óli Hansen, Reidar og Gunnar, royndi at halda tørn. Tað gekk, men ikki hjá øllum í hesari kvartettini. 

Løtu seinni vóru tað bara Jákup Petur og Gunnar sum skiftust um at liggja fremst. Gunnar møddist og Jákup Petur kundi so, tá ein hálvur tími var farin, koyra ein tryggan sigur heim. Ein lítil minuttur var munurin tá avtornaði. 

Óli Hansen og Reidar Joensen kappaðust um 3. plássið, og var tað Óli, sum átti munin.

Spenningur var hvør gjørdist fimtur um málstrikuna. Ungi Benjamin bjóðaði teimum eitt sindur eldru súkklarunum av. Eddie Magnussen og Bartal í Gongini, mátti spíla seg út fyri at halda Benjamin aftanfyri seg. Einu løtuna var Benjamin frammanfyri hinar báðar, og løtu seinni sá tað fyrst út til at tað bleiv Eddie og síðan Bartal, sum gjørdist fimtur um málstrikuna, og so broyttist støðan aftur. Ein jøvn og spennandi kapping bleiv tað til. Endin var at tað bleiv Bartal, ið munin. Síðan Benjamin og so Eddie.

Næsta kapping í Rent a Bike kappingarrøðini verður 12. apríl. Fram til Ólavsøku eru tríggjar kappingar av hesum slag, og tann seinasta áðrenn Ólavsøku verður 27. juli.

Á heimasíðuni hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon, www.sst.fo, sæst nú ein fullfíggjaður kalendari fyri allar kappingar, ið verða fyriskipaðar í ár. Her á síðini er somuleiðis eisini ein kappingarkalendari, men her síggjast "bara" tær kappingar, ið Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, skipar fyri.

Úrslitið frá Rent a Bike I sæst á leinkjuni niðanfyri:

https://www.webscorer.com/racedetails?raceid=422325&did=574168&gender=M