Búmerkið hjá felagnum
04. mar. 2026

Kappast verður í Sundalagnum leygardagin 14. mars.

Sundalagið verður karmur um næstu kappingina í GIANT TT 2026 kappingarrøðini. Ein meðal langur einkultstartur, og hesa ferð verður byrjað í Hósvík.

Leygardagin 14. mars verður aftur kappast, og aftur tá verður kappast í einkultstarti.

Onnur ár hava verið fimm TT kappingar í røðini. Í ár eru "bert" tríggjar.

Hesu ferð gongur leiðin til Hósvíkar, har startur og mál verður. Súkklað verður norður gjøgnum Sudalagið. Vent verður í Ljósáum, og tilsamans skulu súkklarar súkkla 28 kilometrar.

Pauli Poulsen vann fyrstu kappingina, og hevur tí ognað sær 7 stig. Bergtór Tórsteinsson gjørdist næstur, og tað fekk hann 5 stig fyri. Nummar trý gjørdist Jákup Petur Eliassen. Eitt triðjapláss gevur 4 stig. Tað var 21. februar, og tá var kappast í Kaldbaksbotni.

Eftir triðju TT kappingina verður samlaði vinnarin funnin. Skal ein vinna samanlagt er kravið at súkklarin luttekur í øllum trimum kappingunum. 

Kappingin byrjar klokkan 16.