Pauli vann sannførandi.
Ígjár, leygardagin 14. mars, bleiv aftur kappast í Einkultstarti. Hetta var onnur kappingin í GIANT TT kappingini 2026, og hetta var samstundis annar sigur hjá Paula Poulsen.
Sundalagið var karmur um kappingina leygardagin. Mál og startur var í Hósvík. Leiðin gekk síðan norður gjøgnum Sundalagið. Súkklað bleiv gjøgnum Rundkoyringina við Streymin, og vent var har landsvegurin og bygdavegurin til Norðskála møtast, við Trunkin.
Veðurguðarnir vóru blíðir undan kappingini, men tá løtan upprann, so var støðan ein onnur. Vindur, regn og eitt kavaæl rakti onkran súkklara. Kalt, men hetta darvaði ikki Paula og øðrum súkklarum at bjóða sær sjálvum og øðrum av.
Tá kappast verður í Einkultstarti, fer ein og ein súkklari avstað við einum minutti millum hvønn súkklara. Tað er so, at tann sterkasti súkklarin byrjar síðst, og tann sum endaði aftast í undanfarnu kapping, fyrstur. Og var tað onkur, ið ikki luttók í undanfarnu kapping, ja so byrja hesin, ella hesi, fyrst.
Pauli byrjaði fyrst, og tá súkklarar vendu við innkoyringina til Norðskála, hevði Pauli heintað nógvar súkklarar. Flest allar. Ferðin var høg, og meðalferðin var beint niðanfyri 40 km/t, sum er ein sera góð meðalferð, tá hugsað verður um árstíðina, veðrið, og sjálvan teinin. Serliga niðankoyringin frá Magnstøðini við Streymin er drúgv. Somuleiðis tá súkklarar høvdu vent, og leiðin aftur gekk niðan móti Rundkoyringini við Streymin.
Tryggur sigur til Paula, men aðrir stríddust eisini væl. Bergtór Thorsteinsson gjørdist aftur nummar tvey, og somuleiðis eydnaðist tað Jákup Petur at tryggja sær bronsuna.
Heilt spennandi bleiv hvør gjørdist fjórði maður um málstrikuna. Eftir eina ryggoperatión er Erik Neshamar nú aftur við at fóta sær. Magnus Gøthe Jónsson kláraði seg væl í Leif Mohr Kring Føroyar kappingini í fjør, og hevur, eftir ein lítlan steðg í heyst, aftur set hol á súkkluvenjingina.
Í fyrstu kappingini var nærum ongin munur millum Erik og Magnus. Tað var tað heldur ikki ígjár, tá bert 1 sekund var á muni millum hesar ungu og sterku súkklarar. Magnus hevði munin, og við tíðini 47:59 gjørdist hann fjórðí maður um málstrikuna. Erik brúkti 48 minuttir reint um 28 kilometur langa teinin.
Næsta Einkultstartskapping verður nakað longri, og tað verður tann 2. mai, at súkklarar fara kappast í triðju kapping í GIANT TT kappingini 2026. Tá verður samlaði vinnarin funnin.
Komandi vikuskifti verður aftur møguleiki at kappast. Leygardagin í felagsstarti, og sunnudagin í Triathlon - Sprint Triathlon. Í Sprint Triathlon kappingini verður kappast á kappsúkklu, og tað merkir, at tað verður loyvt at "drafta", at, tá súkklað verður, at tað er loyvt at súkkla í bólki.
Hósvík, Norðskála - Hósvík, 28 km:
1. Pauli Poulsen, 42 minuttir 35 sekund
2. Bergtór Thorsteinsson, 44:43
3. Jákup Petur Eliassen, 45:39
4. Magnus Gøthe Jónsson, 47:59
5. Erik Neshamar, 48:00
6. Bogi Gregersen, 49:14
7. Gunnar Dahl-Olsen, 49:27
8. Hans Bjarni Lenvig, 51:17
9. Jóhan D. Joensen, 52:43
10. Jónatan Gregersen, 1:01:21