Búmerkið hjá felagnum
21. mar. 2026

Gull til Bergtór.

Sundalagið var aftur karmur um súkklukappingina, sum TST skipaði fyri í dag. Hesa ferð bleiv kappast í felagstarti.

Startur og mál var við Effostøðina í Kollafjarðadali, og í dag skuldu súkklarnir súkkla úr Kollafjarðadali til Saksun. Her bleiv vent, og so gekk leiðin aftur til Effostøðina. Tilsamans súkklaðu luttakararnir smáar 60 kilometrar.

Nakað eftir Hvalvík, ávegis til Saksun, leyp Kostas á. Bergtór Thorsteinsson og Bogi Gregersen vóru tilreiðar, og høvdu styrkina til at sleppa avstað saman við Kostas Garoflos.

Magnus Gøthe Jónsson, Andrass Joensen og Gunnar Dahl-Olsen royndu at koyra útbrotið inn aftur, men útbrotið var ov sterkt. Eisini fyri Boga Gregersen, sum løtu seinni mátti geva skarvin yvir, og mátti síggja Kostas og Bergtór økja og økja.

Løtu seinni megnaðu Magnus og Gunnar at koyra Boga inn aftur. Hesir fylgdust til Hósvík, tá eisini Gunnar mátti geva skarvin yvir.

Kostas og Bergtór arbeiddu væl saman. Væl, líka til Effoskeltið aftur kom í eygsjón. Tá kom taktikkur í. Teir fylgdust, og spenningurin øktist. Tað bleiv sprintað um sigurin, og var tað Bergtór sum var skjótastur, og vann kappingina, sum Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag skipaði fyri.

Úrslitið hjá Andrass Joensen var gott, men hevði heilt vist verið betur um hann ikki rendi seg í tekniskar trupulleikar. Gearini riggaðu ikki optimalt, og av hesi orsøk fekk Andrass ikki nóg høga ferð á súkkluna, tá tað gekk omaneftir, og vindurin kom í ryggin.  

Næsta kapping, ið TST skipar fyri verður 11. apríl. Tá verður aftur kappast á kappsúkklu, og tá verður startur og mál við Tjarnir.

 

Úrslit, Kollafjaradal, Saksun, Kollafjarðadal, 59 km:

1.      Bergtór Thorsteinsson, 1 tíma 47 minuttir 17 sekund

2.      Kostas Garoflos, 1:47:21

3.      Bogi Gregersen, 1:52:08

4.      Magnus Gøthe Jónsson, 1:52:36

5.      Gunnar Dahl-Olsen, 1:55:14

6.      Andrass Joensen, 1:57:17

7.      Jóhan D. Jacobsen, 1:58:34

8.      Jens Sigurð Simonsen, 2 tímar 11 minuttir 20 sekund