Búmerkið hjá felagnum
11. apr. 2026

Jákup Petur vann í høvuðsstaðnum.

Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag skipaði í dag fyri vegsúkkling, felagsstarti. Høvuðsstaðurin var karmur um kappingina, sum hevði Tjarnir sum máløki.

Tá avtornaði var tað Jákup Petur Eliassen, ið stóð ovast á sigurspallinum. Hetta var í harðari kapping við Kostas Geriflos. Vinnarin frá seinastu vegkapping, Bergtór Thorsteinsson, mátti taka til takkar við einum triðjaplássi.

 

Startur og mál var við Tjarnir. Leiðin gekk suður eftir Havnarvegnum, oman eftir Sundsvegnum, eftir Vegnum Langa, ígjøgnum rundkoyringina við Føroya Tele, ígjøgnum rundkoyringina við Eysturoyartunnilin, og so spennandi og avbjóðandi brekkuna niðan til Tjarnir.

Eitt umfar var smáar átta kilometrar. Súkklarar skuldu í dag koyra átta umfør, tilsamans smáar 64 kilometrar.

Veðurstovan, yr.no og dmi.dk hevði lovað rímuliga gott súkkluveður seinnapartin í dag. Tað helt. Og onkur helt, at tað tiltíðir føldist ov heitt.

Ferðslan er vaksin nógv seinastu árini. Fleiri og størri bilar. Kappingin bleiv skipað soleiðis, at koyrast skuldi gjøgnum rundkoyringar. Hetta fyri at kappingin skuldi vera so løtt sum tilber hjá fyriskiparunum at fyriskipa. Hjá fleiri gekk sum eftir ánni at koyra ígjøgnum rundkoyringarnar, hjá onkrum ikki.

Ein spennandi teinur, og ein harður teinur, tá hugsað verður um niðanbrekkuna úr Hvítanesi, og allan vegin niðan á Tjarnir. Tilsamans skuldu súkklarar í dag koyra góðar 1200 hæddarmetrar.

 

Ein sterk trio

Undan kappingini bleiv tippað um vinnaran. Kostas var eitt gott boð. Bergtór, við sigrinum frá fyrru kappingini, eitt enn betur boð. Prestur var ikki við í dag, og tað gongur ikki altíð so sum prestur prædikar, verður tikið til. Við fleiri  enn túsund hæddarmetrar, vóru odds´ini ikki á Jákup Petur Eliassen, men …!

Hóast Kostas aftur og aftur royndir at sleppa frá feltinum, sum eisini taldi Bogi Gregersen og Súsanna Skylv, so megnaðu tey at koyra Kostas innaftur.

Ávegis niðan móti málinum - á seinasta umfari - rykti Kostas aftur. Og aftur. Súkklarar mistu. Allir uttan ein. Jákup Petur. Málið var við syðru innkoyringina til Tjarnir. Jákup Petur fekk ferð á súkkluna, nú hallið á brekkuni minkaði. Sigurin varð tryggur. Ikki sjey bátslongdir, men sjey súkklulongdir var millum gull-og silvurvinnaran.

Í morgin hava súkklarar møguleika at kappast á fjallasúkklu. Tað verður við Glasir, klokkan 14. Næsta vegkapping verður leygardagin 2. mai. Tá verður kappast í Einkultstarti.  

 

Vegsúkkling, 62 km:

1.      Jákup Petur Eliassen 2 tímar 3 minuttior 35 sekund

2.      Kostas Garoflos, 2.03.37

3.      Bergtór Thorsteinsson, 2.04.10

4.      Bogi Gregersen, 2.04.20

5.      Gunnar Dahl-Olsen, 2.13.43

6.      Jónatan Gregersen, 2.25.26 (sjey umfør)

7.      Henry Berg, 2.25.29 (sjey umfør)

8.      Jens Sigurð Simonsen, 1.56.20 (seks umfør)

9.      Eyðun Jacobsen, s.t.

10.  Súsanna Skylv, DNF