Búmerkið hjá felagnum
12. apr. 2026

Jákup Petur vann í høvuðsstaðnum.

Sama yvirskrift sum ígjár. Ja, og rætt er tað. Jákup Petur vann í dag 2. tein av fjallasúkklukappingina Rent a Bike MTB kappingin 2026, sum Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag skipaði fyri í dag.

Kappast var á økinum kring Glasir. Teinurin hevur fingið festliga navnið Glasir Fres. 

Teinurin er beint undir ein kilometur, og í dag bleiv súkklað í 30 minuttir.

Ígjár vóru tíggju til start, í dag væl minni. Hóast fá, so ber til - við Strava - at kappast móti øllum súkklarunum, sum áður hava roynt kreftir á hesum teini. Eitt nú eigur Reidar F. Joensen metið á hesum teini. Ein kann tí siga, at hóast Reidar ikki fekk luttikið í dag, so kappaðust teir súkklarar sum móttu, kortini móti Reidar, og øllum hinum, ið hava kappast á júst hesum teini, Glasir Fres.

Reidar var sum áður nevnt ikki við í dag, men tað var Jákup Petur Eliassen, sum aftur í dag endaði ovast á sigurspallinum. Jákup Petur vann í gjár, tá TST skipaði fyri vegsúkkling, og aftur í dag.

Úrslit, Glasir Fres, 30 min, XCC:

1.      Jákup Petur Eliassen, 13 umfør, 30 minuttir

2.      Gunnar Dahl-Olsen, 13 umfør, 30:15

3.      Benamin Crooks 12 umfør, 30:10

4.      Bartal í Gongini, DNF