Búmerkið hjá felagnum
01. mai 2026

Giant TT 2026: Finalan verður í morgin.

Seinasta umfar av GIANT TT 2026 súkklukappingini verður í morgin, leygardagin 2. mai. Kappingin byrjar klokkan 16.

Alt bendur á at tað verður Pauli Poulsen, ið verður samlaður vinnari. Eftir tvær kappingar og tveir sigrar, hevur Pauli vunnið sær 14 stig.

Úrslitið hevur verið eins fyri oddamenninar í teimum fyrstu kappingunum. Pauli vann, Bergtór Thorsteinsson hevur vunnið sær tvey silvur heiðursmerki, og Jákup Petur Eliassen er eisini endaður tvær ferðir á sigurspallinum.

Báðir sigrarnir hjá Paula hava verið tryggir. Millum ein og hálvan annan minutt var aftur til Bergór.

Munurin millum tvey og trý, Bergtór og Jákup Petur, hevur somuleiðis verið ”tryggur”. Yvir ein minutt hevur verið millum teir báðar.

Hinvegin hevur verið sera tætt millum fjórða og fimta mannin. Bert sekundir hava verið millum Magnus Gøthe Jónsson og Erik Neshamar.

Favorittur er sum sagt Pauli Poulsen, men onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt.

Spenningur verður eisini um hvør verður næstur, og hvørs tað verður Magnus ella Erik, sum verður fjórskjótastur, tá súkklarar í morgin fara at kappast á 42 kilometur langa teininum.

Súkklarar skulu tvær ferðir koyra teinin millum Effostøðina í Skálabotni, millum Fjarða, og rundkoyringina undir Gøtueiði.

Kappingin byrjar klokkan 16, tá fyrsti súkklarin fer avstað. Allir súkklarar skulu møta klokkan 15.30 við Effostøðina í Skálabotni.