Pauli vann samanlagt.
Í gjár bleiv seinasta umfar av GIANT TT 2026 súkklukappingini súkklað.
Við góðari hjálp frá súkklufelagnum í Eysturoynni, Troy, skipaði Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag fyri seinasta umfari av GIANT TT kappingini 2026.
GIANT TT kappingin er sett saman av trimum kappingum - allar í Einkultstarti. Fyrsta kappingin varð skipað í Kaldbaksbotni, tá súkklarar koyrdu ein tein á 24 kilometrar. Næsta kapping var í Sundalagnum. Tá bleiv súkklað 28 kilometrar. Í gjár bleiv kappast í Eysturoynni í fagrasta veðri. Sól og bláur himmal. Súkklarar koyrdu 41 kilometrar.
Teinurin var frá Effostøðini í Skálabotni, til millum Fjarða. Her bleiv vent. Leiðin gekk síðan til rundkoyringina við Skipaneskrossin, og so aftur til Effostøðina. Hesin teinur skuldi koyrast tvær ferð.
Tríggjar Einkultstartskappingar, og tað sum eyðkendi GIANT TT kappingina 2026 var, at somu súkklarar endaðu á pallinum í øllum trimum kappingunum. Hesir vóru Pauli Poulsen, Bergtór Thorsteinsson og Jákup Petur Eliassen. Og so eisini, at somu menn fingu somu plaseringar í øllum trimum kappingunum.
Vinnarin fær sjey stig. Nummar tvey fær fimm og nummar trý fær 4 stig. Fult stigatal til Paula Poulsen, ið sostatt fekk 21 stig. Bergtór fekk 15 stig og Jákup Petur 12.
Flúgvandi Pauli
Hóast á súkklu, so kann ein siga at Pauli var flúgvandi í dag. Ferðin sera høg, og sigurin bleiv tí sannførandi. Tað vóru umleið fýra minuttir aftur til nummar tvey.
Pauli koyrdi teir 41 kilometrarnar beint undir ein tíma. Tað gevur eina meðalferð beint yvir 41 km/t. Ein sera góð tíð, tá hugsað verður um longdina av teininum, og tí at frá Skipaneskrossinum og longu leiðina niðan til millum Fjarða, var mótvindur. Ikki nógvur vindur, men ein føldi vindin.
Undan kappingini var spenningur um hvørs tað varð Bergtór ella Jákup Petur, ið endaðu við silvurheiðursmerkinum um hálsin. Seinast hesir kappaðust var munurin beint undir minuttin. Báðir bardust teir ”fyri lívinum”. Meðan Jákup Petur megnaði at minka um munin, men megnaði Bergtór at halda tørn, og aftur vinna sær silvur.
Eitt annað flott úrslit, frá kappingini í gjár, var, at ungi Jónatan Gregersen koyrdi eins langt sum vaksnu súkklararnir. Meðan Jónatan sum í næstum fyllur 14 ár, so er meðalaldurin á kappingarneytunum omanfyri 40. Væl omanfyri.
Næsta vegsúkklukapping, ið Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag skipar fyri, er Leif Mohr Kring Føroyar 2026, sum í ár veður í august. Kappingin verður skipað í døgunum frá 19. til 23. august.
Úrslit, 41 km Einkultstartur, Eysturoy:
1. Pauli Poulsen, 59:57
2. Bergtór Thorsteinsson, 1:03:52
3. Jákup Petur Eliassen, 1:04:22
4. Erik Neshamar, 1:08:12
5. Gunnar Dahl-Olsen, 1:11:07
6. Bogi Gregersen, 1:12:02
7. Jóhan D. Jacobsen, 1:14:42
8. Reidar F. Joensen, 1:15:37
9. Finnur Koba, 1:16:19
10. Henry Berg, 1:26:12
11. Jónatan Gregersen (U), 1:28:54