Búmerkið hjá felagnum
11. mai 2026

Kappingarvikuskifti í høvuðsstaðnum.

Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag fer í vikuni at skipa fyri fýra kappingum. Venjingarkappingar um ein vil. Tað verða tríggjar vegkappingar, og ein triathlonkapping.

Kr. Himmalferðardagur er komandi hósdag, og er hetta tí tíðin tá Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag vanliga skipar fyri Kring Føroyar súkklukappingini.

Leif Mohr Kring Føroyar er flutt frá mai mánað til august, og verður í døgunum frá 19. til 23. august. Sum ”plástur á sárið” so hava súkklarar og triathletar nú møguleika at testa formin, og royna kreftir bæði í vegsúkkling og í triathlon.

Vegna kappingar uttanlanda so bleiv triathlonkappingin, ið skuldi vera 10. mai, útsett til komandi sunnudag, tað er sunnudagin 17. mai.

Verður undirtøkan nóg góð, so fer felagið at skipa fyri fýra kappingum í vikuni. Venjingarkappingar um ein vil. C kappingar. Tað verða tríggjar vegkappingar, og ein triathlonkapping. 

Tað ber til at tilmelda seg kappingarnar á FB, "Súkkling í Føroyum" og "Triathlon Føroyar".

Skráin fyri kappingardagarnar verður soleiðis:

Hósdagin kl 16, Felagsstartur: Tjarnir – Havnartunnilin – Oyggjarvegur – Kollafjarðadalur – Kaldbak – Tjarnir.

Fríggjadagin 15. mai kl 19, TT kapping: Kleynisvarði – Norðadalsskarð – Kleynisvarði. Kappast kann á TT súkklu.

Leygardagin 16. mai kl 15, Criterium: Á økinum kring Glasir. 35 min + eitt umfar

Sunnudagin 17. mai, kl 13: Sprint Triathlon (750/20/5). Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali. Súkklað verður millum rundkoyringarnar við R. C. Effersøegøtu og við Skansan. Teinurin skal súkklast tríggjar ferð. Súkklingin er non-drafting.

Renningin er frá Svimjihøllini, eftir Staravegi, Hoyvíksvegi, Tjaldursvegi og Heykavegi. Teinurin skal rennast tríggjar ferð.

Tað ber til at tilmelda seg kappingarnar á FB, "Súkkling í Føroyum" og "Triathlon Føroyar".