Kappingarvikuskifti í høvuðsstaðnum: Jákup Petur vann hjá monnum.
Tórshavnar Súkklu- og Triatlonfelag skipar í vikuni fyri fýra kappingum. Einari triathlon kapping, og trimum súkklukappingum.
Fyrsta kapping var í dag. Koyrt var frá Tjarnir, gjøgnum Havnartunnilin, og síðan eftir Oyggjarvegnum til Kaldbak. Her bleiv vent, og so gekk leiðin aftur niðan til Tjarnir.
Kappingarnar í dag, og næstu dagarnar, er liður í fyrireikingunum til kappingar uttanlanda. Súkklarar fara til Jútland at kappast á Hvítusunnu í trimum kappingum, og triathletar fyrireika seg til 70.3 Ironman í Helsingør.
Vinnararnir koyrdu væl, men sera gott gekk eisini hjá unga Jónatan Gregersen og Finnur Koba. Hesir endaðu á hvør sínum plássi á sigurspallinum. Jónatan á 2. og Finnur á 3. plássi.
Næsta kapping verður í morgin klokkan 19. Tá verður kappast í Einkulstarti. Tað verður koyrt góðar 12 kilometrar, og teinurin er frá Kleynisvarð til Norðadalsskarð, og so aftur til Kleynisvarða.
Úrslit, Tjarnir, Oyggjarvegur, Kaldbak, Tjarnir, 48 km, menn:
1. Jákup Petur Eliassen, 1 tími 37 minuttir, 25 sekund
2. Jónatan Gregerssen, 1:38:55
3. Finnur Koba, ST
4. Andrass Joensen, ST
5. Gunnar Dahl-Olsen, 1:39:05
6. Bogi Højgaard, 1:50:55
7. Henry Berg, 1:57:15
8. Eyðun Jakobsen, 1: 57:16
9. Martin Poulsen, 2:04:7
10. Benjamin Crooks, DNF
Úrslit, Tjarnir, Oyggjarvegur, Kaldbak, Tjarnir, 48 km, kvinnur:
1. Súsanna Skylv, 1 tími 37 minuttir, 25 sekund