Búmerkið hjá felagnum
18. mai 2026

Bergtór vann sannførandi.

Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag skipaði í vikuni fyri fýra kappingum - trimum súkklukappingum, og einari Triathlonkapping. Og tað var í gjár at kappast bleiv í Triathlon.

Svomið var í Svimjihøllini í Gundadali, og athletarnir skuldu svimja 750 metrar. Síðan bleiv súkklað millum rundkoyringarnar við R. C. Effersøesgøtu, við Skansan og við Føroya Tele. Hesin teinur er góðar tíggju kilometrar. Teinurin skuldi tí súkklast tvær ferð.

Sprint Triathlon endar við at íðkarin skal renna fimm kilometrar. Runnið var uppi á Hálsi. Frá Svimjihøllini bleiv runnið yvir á Staraveg. Síðan eftir Hoyvíksvegi, Tjaldursvegi og Heykavegi. Teinurin runt á Hálsi er hálvanannan kilometur, og tí skuldu øll renna trý umfør. Eftir trý umfør gekk leiðin aftur til Svimjihøllina, har málið var.

Í rúma tíð hava hvørki Bergtór og Jákup Petur verið í hylinum. Turrlagdir, um ein so kann siga, hava teir verið í umleið eitt ár. Meðan tað ikki sást á tíðini hjá Bergtór, so mátti Jákup Petur staðfesta eftir kappingina, at tað føldist at svimjivenjingin hevði verið niðurraðfest seinasta árið.

Bergtór vann. Sannførandi. Hann var skjótastur í svimjingini og súkklingini. Og í ”gloymdu” kappingini, sum eru skiftini frá svimjing til súkkling, og frá súkkling til renning. Meðan Bergtór brúkti ein stóran minutt til skiftini, so brúkti onkur annar athletur yvir tríggjar minuttir um bæði skiftini.

Í renningini var Bogi Højgaard skjótastur. Tá súkklingin var av, lá Bogi á einum fimta plássi. Við góða rennilagnum hevði hann tá avtornaði yvirhálað tveir kappingarneytar, og megnaði sostatt at vinna sær pláss á sigurspallinum.

Katrin Sørensen royndi triathlon á fyrsta sinni. Hon luttók í FM í Duathlon herfyri, men nú skuldi so svimjast eisini. Og tað at skifta millum greinarnar, T1 og T2. Væl gekk. Tað var kølið og nógvur vindur, og nógvir íðkarar brúktu tí eitt sindur av tíð til at lata seg væl í. Í sínari fyrstu roynd brúkti Katrin 1 tíma og 26 minuttir um teinin.

Úrslit, Sprint triathlon 17. mai 2026, menn:

1. Bergtór Thorsteinsson, 1 tíma 8 minuttir 3 sekund

2. Jákup Petur Eliassen, 1:12:33

3. Bogi Højgaard, 1:17:1

4. Gunnar Dahl-Olsen, 1:18:35

5. Thorleif Thorsteinsson, 1:22:20

6. Eyðun Jacobsen, 1:31:09

 

Úrslit, Sprint triathlon 17. mai 2026, kvinnur:

1. Katrin Sørensen, 1 tíma 26 minuttir 12 sekund