30. jun. 2026
TST klæðir av merkinum Biemme.
So er langt um leingi klárt at bíleggja. Seinast fingu vit liðklæðir frá Trimtex. Nú royna vit eitt annað merki. Nevniliga Biemme.
Biemme er framleitt í Italia, og nakrir av okkara súkklum hava roynt hesi á venjingarlegu á Mallorca í vár. Tey eru sera væl nøgd við Biemme, og tí hevur nevndin í Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag avgjørt at keypa Biemme klæðir hesu ferð. Eisini Triathlondrakt, sum so nógv av okkum hava eftirspurt.
Prísirnir eru hesir:
| TST troyggja við stuttum ermum | kr. 825 |
| TST troyggja við longum ermum | kr. 825 |
| TST Triathlondrakt | kr. 1.200 |
| TST Vetrajakki | kr. 1.125 |
| TST Vindvestur | kr. 725 |
| TST Bibshorts (svørt) | kr. 925 |
| TST Rennitroyggja | kr. 475 |
| TST sokkar | kr. 125 |
Felagið skal keypa tíggju stykkir av hvørjum plaggi. Summarferian stendur fyri framman, men um vit senda ein ordra innan fríggjadagin 11. juli, so er ein góður møguleiki fyri, at vit fáa klæðini heim áðrenn Leif Mohr Kring Føroyar byrjar, tvs. innan 19. august.
: