Børnini sluppu at kappsúkkla í Viðalundini.
Viðalundin var karmur um Ólavsøkusúkklingina hjá børnum. Tað vóru børn í aldrinum frá 7 til 12 ár, ið kappsúkklaðu. Hesi blivu deild upp í tríggjar bólkar, Bólkur 1 vóru børn 7 og 8 ár. Bólkur 2, 9 og 10 ár, og bólkur 3 11 og 13 ár.
Ein teinur á smáar 400 metrar bleiv koyrdur 2, 3 og fýra ferð, alt eftir hvørjum bólki børnini vóru í. Tað vil siga 800 metrar, 1,2 kilometur og 1,6 kilometur.
Góðar umstøur, vakurt øki, og góðar, men smælar gøtur, tá fleiri børn skuldu kappast um at gerast fyrst um málstrikuna. Og tí bleiv stórsti bólkurin, bólkur 2, deildur upp í tvey. Eitt innleiðandi umfar og eitt finaluumfar. Eftir innleiðandi umførini sluppu tey at rinda møðina, og tá so allir hinir bólkarnir vóru avgreiddir, bleiv kappast um gullið.
Úrslit bólkur 1, dreingir:
1. Torkil á Steig Kass
2. Eiri H. Clementsen
3. Gilli H. Arge
4. Boas Magnusson
5. Elias L. Olsen
Úrslit bólkur 1, gentur:
1. Maria Slættanes
Úrslit bólkur 2, dreingir:
1. Liam Kjær
2. Finn Ólavur Guðmundsson
3. Jón K. Askham
4. Tóri Vang Poulsen
5. Jákup Pauli Hansen
6. Elias akason
7. Jósef Vinther Tummassarsson
8. Alaxandur L. Olsen
Úrslit bólkur 2, gentur:
1. Laila Gaard
2. Lea Reidarsdóttir
Úrslit bólkur 3, dreingir:
1. Nóah Reidarsson
2. Alexandur Róasson
3. Hans David Hansen
4. Jónas Kjær
5. Halgir K. Arnbjerg