Jákup Petur vann Ólavsøkusúkklingina í Viðalundini.
Eftir at børnini høvdu kappast, sluppu tey vaksnu eisini at royna seg. Eisini í Viðalundini. Málið var á sama stað sum hjá børnunum, við dunnuhylin, men teinurin eitt sindur longri.
Súkklarar hava við takksemi fingið loyvi at kappast í Viðalundini. Ein teinur, ið hevur fingið festliga navnið Krúllan bleiv súkklaður, og er hesin teinur góðar 700 metrar til longdar. Hetta slag av fjallasúkkling hevur heitið XCC, og tá verður súkklaður ein stuttur teinur í 30 minuttir. Ein klokka ringir, og so eru tey umfør eftir.
Reidar F. Joensen var til dystin fúsur, og tað var hann, ið legði harðast út. Hann hevur metið á júst hesum teini, og ætlaði hann í góðveðrinum leygardagin, at betra metið.
Jákup Petur Eliassen og Gunnar Dahl-Olsen royndu at halda tørn. At halda seg so tætt at bakhjólinum hjá Reidar sum tilbar.
Ein drúgv niðankoyring er á Krúlluni, og nógvar kaloriur skulu brennast fyri at koma við góðari ferð niðan hesa brekkuna.
Kreftirnar gingu undan hjá Reidar, men ikki hjá Jákup Petur og Gunnar, sum koyrdu Reidar inn aftur, og løtu seinni løgdu hann afturum seg.
Tað var tætt millum Jákup Petur og Gunnar tá seinatu umførini skuldu koyrast, men sigurin hjá Jákup Petur var kortini tryggur, og vann hann við góðum 15 sekundum.
Sprintað bleiv um 5. plássið tá ein gamal kenningur innan súkkling og triathlon aftur bjóðari sær sjálvum og øðrum av. Guðmundur Joensen royndi seg leygardagin. Tað var tætt millum Guðmundur og Bartal í Gongini, men Guðmundur átti munin og vann endaspurtin.
Úrslit, Krúllan, menn:
1. Jákup Petur Eliassen
2. Gunnar Dahl-Olsen
3. Reidar F. Joensen
4. Benjamin Crooks
5. Guðmundur Joensen
6. Bartal í Gongini
7. Gunleygur D. Clementsen, DNF