Anna Lovisa og Magni føroyarmeistarar.
Í dag bleiv kappast í triathlon, um FM heitið í Sprint Triathlon. Hjá kvinnum gjørdist Anna Lovisa Mýri føroyameistari, og hjá monnum Magni Hansen. Tvey gull til til felagið í Klaksvík, tí bæði eru limir Súkklu- og Triathlonfelagnum í Klaksvík, Norðstrok.
Havnin var karmur um kappingina, og tað bleiv í dag svomið í Svimjihøllini í Gundadali. Teinurin í dag verður sami teinur, sum verður koyrdur í komandi summar, tá Oyggjaleikir verða í Føroyum.
Súkklað bleiv frá svimjihøllini, eftir Eystara Ringvegi, eftir Yviri við Strond, niðan eftir Jónas Broncks gøtu, niðan eftir Hoyviksvegnum, síðan eftir Tjaldursvegi, eftir R. C. Effersøe gøtu, og so aftur á Eystara Ringveg. Teinurin er akkurát 5 kilometrar. Teinurin skuldi tí súkklast fýra fer.
Tá kappast verður í Sprint Triathlon verður fyrst svomið 750 metrar, síðan súkklað 20 kilometrar, og at endað runnið 5 kilometrar.
Tað bleiv súkklað og runnið sami teinur. Ein góður teinur, helt onkur, ein strævin teinur, helt onkur annar. Góður ella ikki, so skuldu øll berja seg niðan drúgvu niðanbrekkuna frá Skansanum, og allan vegin niðan til Adventistakirkuna. Súkkla fýra fer, og renna eina fer.
Svimjarar við
Í triathlon eru tríggjar greinar. Og so eru tað, sum onkur vildi sagt, tvær aðrar ”gloymdar” greinar. Skiftini. Fyrst er tað skiftið frá svimjing til súkkling, og so er tað eina løtu seinni, skiftið frá súkkling til renning.
Verður hugt eftir tíðunum hjá ymsu luttakarunum, so sæst skjótt, at tey, ið hava íðka triathlon í eina tíð, hava sæð týdningin av skiftunum, T1 og T2. Magni Hansen, Bergtór Thorsteinsson, Andrass Joensen og Erik Neshamar hava av royndum lært, at her eru nógv sekund at vinna. Minuttir. Meðan vinnarin, Magni Hansen, bert brúkti hálvan annan minutt um bæði skiftini, so brúkti skjótasti svimjarin í kappingini í dag, landsliðssvimjarin Heini Mohr Askham, tilsams fýra minuttir um bæði skiftini.
Og av tí at Heini var nógv skjótastur í svimjingini, so hevði hann nakað at geva av, tá skiftini, súkklingin og renningin skuldi avgreiðast. Tá samanum kom bleiv tað til eitt flott 4. pláss hjá Heina.
Fyrsta triathlonkapping, og so eina plasering frammanfyri ein fyrrverandi EM vinnara í Ironman, Andrass Joensen. Ein góð byrjan, kann ein av røttum siga.
Katrin Sørensen er fyrrverandi svimjari, og eisini Jóhanna Egholm er fyrrverandi svimjari. Báðar svumu sera gott, og tað sást eisini á endaliga úrslitinum. Katrin gjørdist nummar tvey, og Jóhanna vann bronsu.
Songfuglurin Anna Lovisa vann trygt, og var tað serliga súkklingin sum gjørdi munin. Anna Lovisa brúkti 1 tíma 24 minuttir og 8 sekund um teinin. Katrin kom á mál hálvan fjórða minutt seinni, og brúkti hon 1 tíma 27 minuttir og 32 sekund um teinin. Ein minutt seinni kom Jóhanna á mál, og hon kom á mál við tíðini 1 tíma 28 minuttir og 37 sekund.
Silvur til Bergtór
Eisini Bergtór er fyrrverandi svimjari. Hjá monnum kom Bergtór næstur úr hylinum. Eftir nakrar metrar á súkkluni kom Magni framá Bergtór. Hesir fylgdust í súkklingini. Tá Magni er góður í øllum greinunum, so er skjótt at rokna seg fram til, hvør fór við gullinum.
Magni og Bergtór fylgdust eina løtu, men tá teir høvdu runnið umleið ein hálvan kilometur, so fór Magni frá Bergtór. Magni økti aftur til Bergtór. Ferðin var góð framvið Strond, og eisini góð ferð var drúgvu niðanbrekkuna frá Skansanum, og allan vegin niðan til Adventistakirkuna.
Tá avtornaði vann Magni við smáum trimum minuttum. Tíðin hjá Magna 1 tími 9 minuttir og 6 sekund. Bergtór brúkti 1 tíma 12 minuttir og 51 sekund um teinin.
Tað bleiv til eitt flott 3. pláss til Erik Neshamar, sum kom á mál bert 48 sekund eftir Bergtór.
Úrslit frá FM í Sprint Triathlon: